Læknar við stórum skeggi hava einki at gera á donskum sjúkrahúsum.
Tað heldur fremsta valevnið hjá Danska Fólkaflokkinum til valið í Region Hovedstaden.
Henrik Thorup, sum eisini er maður fólkatingsforkvinnuna Pia Kjærsgaard, sigur við Berlingske, at hann varð skelkaður av serliga einari hending við lækna, ið hevði stórt fullskegg.
– Tú kanst fara á skaðastovuna á sjúkrahúsinum í Gentofte og møta einum, eg veit ikki, um hann er iranari, irakari, islamistur ella muslimur, men hann hevur í øllum førum eitt risastórt svart skegg, og tað haldi eg ikki hoyrir heima á einum donskum sjúkrahúsi, sigur Henrik Thorup sambært Berlingske.
– Tú sært ikki danskar læknar við stórum fullskeggi. Eg havi einki ímóti manninum, men eg haldi ikki, at eitt sovorðið skegg hoyrir heima á einum sjúkrahús. Øll onnur hava høvuðklæði og alt møguligt á, tá ið tey viðgera, sigur Henrik Thorup.
Hann sigur, at hetta snýr seg ikki um ”svart fullskegg”, tí í hesum samanhangi heldur hann líka lítið um ljóst fullskegg ella reydligt fullskegg.