Tað verður eisini í 2026 sunnudagsfótbóltur á Dungasandi í Sørvági.
Tað er staðfest, nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan á Dungasandi vísir 3-3.
Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur hevur sama stigatal sum FC Suðuroy, men málmunurin hjá FC Suðuroy er lakari, enn hann er hjá 07 Vestur.
Dramatikkurin var øgiliga stórur, tí mótbrekkan hjá heimamonnunum kendist eyka tung, tá ið Kristian Svabo Eliasen legði EB/Streym á odda, og tá ið Búi Egilsson aftur legði gestirnar á odda eftir stórt mistak í heimaverjuni. Tað var stutt eftir, at heimavónin av álvara varð kveikt, tá ið Jonathan Flensborg hevði javnað til 1-1.
07 Vestur ferðaðist fleiri ferðir millum bestu og næstbestu deildina, og vónin um, at tað mundi fara at ganga birtist av álvara, tá ið miðverjin Nicolai Møller Dohn javnaði til 2-2. Tað gjørdi hann, tá ið hann eftir fríspark úr høgru heilt óræddur tveitti seg fram aftanfyri handara stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið.
07 Vestur legan fegnaðist og var samstundis kløkk, tí tað gekk ein løta, áðrenn danski miðverjin var aftur á fótum og spældi víðari sum um einki var hent.
Tað varð av álvara fylgt við í, hvussu tað gekk hjá FC Suðuroy í Gundadali, og tá ið Casper Gedsted Hansen legði 07 Vestur á odda 3-2, sá tað heilt ljóst út. Men so javnaði Mórits Heini Mortensen, sum hevur verið drúgvasti maðurin av øllum hjá EB/Streymi í ár, til 3-3, og so vóru tað fleiri, sum bitu negl í kuldanum.
Men tað eydnaðist ikki FC Suðuroy at vinna stig í Gundadali, og so var lættin heilt stórur í Sørvági, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Eisini í 2026 verður tað fótbóltur í fremstu røð í Vágum.
07 Vestur – EB/Streymur 3-3
0-1: Kristian Svabo Eliasen
1-1: Jonathan Flensborg
1-2: Búi Egilsson
2-2: Nicolai Møller Dohn
3-2: Casper Gedsted Hansen
3-3: Mórits Heini Mortensen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jónas Prior, Nicolai Møller Dohn, Filip Drinic, Jóannis á Steig –Mikkel Hyllegaard, Edvin Jakobsen, Magnus Holm Jacobsen – Casper Gedsted Hansen, Jonathan Flensborg, Tobias Giusti
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Andras Ó. Olsen, Mikkjal Hellisá, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Óli Eyðsteinsson Poulsen – Gutti Dahl Olsen, Búi Egilsson, Kristian Svabo Eliasen











