FSF skrivar:
- EM 2025 // Mánadagin vórðu fyrstu dystirnir í bólki B á skránni. Spania og Frankaríki spældu javnleik 1-1, meðan Italia vann 4-3 á Póllandi
EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum er komið væl í gongd. Sunnudagin vóru fyrstu dystirnir í bólki A á skránni, og mánadagin fóru londini í bólki B á vøllin.
Á Djúpumýru í Klaksvík endaði tað við javnleiki 1-1 millum Spania og Frankaríki, og á Tórsvølli vann Italia ein málríkan dyst móti Póllandi. Úrslitið gjørdist 4-3 til Italia, sum var á odda 3-0 í hálvleikinum.
Í morgin, týsdagin er hvíludagur, og síðani verður spælt aftur mikudagin 7. mai. Klokkan 15:00 møtast Føroyar og Eysturríki á Djúpumýru, og klokkand 18:00 spæla Holland og Noreg á Tórsvølli. Skrivar FSF.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dagsins dystum, ið vóru leiktir við Djúpumýru og á Tórsvølli:
##med2##
##med3##