Tað vóru teir báðir Johannes Olsen og Júst Sivertsen, sum keyptu bilin, sum hendan dagin kom við ferðamannaskipinum hjá DFDS, S/S Island, sum lá fyri teym á Havnarvág – so stór skip fingu tá ikki lagt at bryggju í Havn.
Tað vóru smiðirnir Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum seldu bilin, sum var av slagnum Ford TT, ein eitt tons lastvognur.
Tað var sum til kongavitjan á Kongabrúnni hendan dagin, tí fólk høvdu hoyrt, at ein bilur skuldi koma. Og av tí at S/S Island ikki fekk lagt at bryggju, so varð bilurin, eins og vøra annars plagdi at vera, førdur í land á einum prámi, sum varð sleipaður inn á Kongabrúnna, har hann var skumaður upp eftir einum skráa upp á bryggjuna.
##med2##
Í sambandi við 100 ára dagin fyri trimum árum síðani var ein minnispláta avdúka á staðnum, har bilurin kom í land 6. mai í 1922.
##med3##
Nú 103 ár eftir at fyrsti bilur kom til Føroya kunnu vit nevna, at tá Akstovan gjørdi upp hagtølini í síðstu viku vóru skrásett 42.374 akfør í Føroyum. Av teimum eru 27.989 persónbilar 4.885 vørubilar og 738 lastbilar.
##med4##