EM-undankapping: Pólskir dómarar døma dystin Kosovo-Føroyar

Hóskvøldið spælir manslandsliðið sera týðandi EM-undankappingardystin móti Kosovo

 

Hóskvøldið klokkan 19.15 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti sera týðandi EM-undankappingardystin á útivølli móti Kosovo.

 

6. november í fjør vunnu Føroyar 32-21 á Kosovo, men tað skal ein ikki lata seg lumpa av. Kosovo er nevnliga eitt sera sterkt heimalið. 10. november í fjør megnaðu teir javnleik 33-33 móti Niðurlondum, og 13. mars í ár vunnu teir 31-30 á Ukraina. Teir hava eina fanatiska heimafjøld at stuðla sær, og tí verður talan um eina sera torføra uppgávu hjá føroyska liðnum. 

 

Við javnleiki ella sigri tryggja Føroyar sær at vera frammanfyri Kosovo á stigatalvuni.

 

Tað verður eitt pólsk dómarapar, ið skal leiða dystin. Talan er um Michał Fabryczny og Jakub Rawicki.

 

Besta deildin í Póllandi er millum tær fremstu í Evropa, so Michał Fabryczny og Jakub Rawicki skuldu verið vanir við eitt sindur av hvørjum. Michał Fabryczny og Jakub Rawicki eru millum dómarapørini, ið skulu døma U21 HM hjá monnum, ið verður leikt í Póllandi, dagararnar millum 18. og 29. juni. So tað boðar frá góðsku.