Nýggi leiðarin í Iran talar fyri fyrstu ferð

USA skal beinanvegin steingja sínar hernaðarstøðir í Miðeystri, sigur ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei, og ávarar um, at Iran fer at leypa á støðirnar.

Tað er ógreitt, um Mojtaba Khamenei tosar um allar amerikanskar hernaðarstøðir í Miðeystri, ella um hann tosar um støðirnar í økinum kring Persaflógvan til dømis, tá hann sigur, at USA eigur at steingja sínar hernaðarstøðir. (Savnsmynd). - Mynd: Hamed Jafarnejad

Ávaringin kemur í fyrstu almennu útsøgnini hjá Mojtaba Khamenei, síðani hann varð útnevndur sum ovasti leiðari í Iran.

Boðini vórðu lisin upp í iranska almenna sjónvarpinum hósdagin, skrivar Reuters.

Khamenei segði eisini, at Hormuzsundið skal vera stongt sum ein háttur at leggja trýst á "fíggindan".

Undir ágangandi krígnum í økinum hevur Hormuzsundið so at siga verið stongt fyri skipaferðslu orsakað av vandanum fyri álopum.

Mojtaba Khamenei varð sunnudagin útnevndur sum ovasti leiðari í Iran. Hann tekur við eftir pápa sín, ayatolla Ali Khamenei, í starvinum.

Ali Khamenei varð dripin í einum ísraelskum álopi 28. februar.

/Ritzau/