Mánadagin, 16. mars klokkan 13:00, leggur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, valskránna til fólkatingsvalið fram. Framløgan verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn. Fundurin er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Hesum boðar Fólkaflokkurin frá í kvøld.
Umframt tey seks tingfólkini hjá Fólkaflokkinum, so stilla trý onnur fólk upp. Talan erum sjey menn og tríggjar kvinnur.
Tey, sum stilla upp til Fólkatingsvalið, eru:
- Árni Skaale
- Astrið Breckmann
- Bárður á Lakjuni
- Beinir Johannesen
- Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
- Fía Selma Nielsen
- Jacob Vestergaard
- Jørgen Niclasen
- Símun Jóannesarson Hansen












