Í Skedsmo-høllini spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar dyst móti Romerike Ravens í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Dysturin endaði við 34-26 sigri til Storhamar. Í steðginum var Storhamar á odda 14-9. Pernille var noterað fyri eitt mál, og eitt upplegg (assist) til mál.
Storhamar er næstfremst í deildini við 38 stigum. Tær eru tvey stig aftanfyri oddaliðið, Sola.
Í komandi umfarinum, mikudagin 18. mars klokkan 17.15 verður oddauppgerð. Tá tekur Storhamar móti Sola í OBOS-høllini í Hamar.











