Tann 9. mars fekk Heðin Ingi Arbahamsen ph.d.-heitið, tá hann hevði vart sína ritgerð, sum eitur "Numerical nearshore model of waves and wave generated currents”.
- Hetta hevur høgan altjóða standard!
Tað var eitt av skotsmálunum, sum Heðin Ingi Abrahamsen fekk, tá hann vardi sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.
Heðin hevur nú fingið ph.d.-heitið eftir at hava tikið granskaraútbúgving við starvi hjá Firum og innskriving á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen, lektarar á Fróðskaparsetri Føroya, vóru høvuðsvegleiðarar, Gunnvør á Norði og Tróndur J. Kragesteen, vinnuvegleiðarar á Firum, og Øystein Patursson, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, var hjávegleiðari.
Í metingarnevndini vóru Karin Margretha H. Larsen, adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk), Lars Ganzel, lektari á NTNU, og Harry B. Bingham, professari á DTU.
Hetta skrivar setur.fo, og har sæst meira um evnið.












