Tað hevur verið tosað um, at tað leikliga ikki hevur gingið so væl, og at tað eisini er ein dygd at vinna, tá ið tað stendur nógv á soleiðis, sum tað gjørdi, tá ið HB fyri einari viku síðani vann 3-2 ímóti TB.
Í kvøld er tað staðfest, at HB við Adolfo Sormani í venjarasessinum er í kreppu. Tølini siga, at HB í kvøld tapti 7-1 í Gundadali ímóti NSÍ.
Royndasti maður á liðnum er Viljormur Davidsen. Hann er liðformaður bæði hjá HB og landsliðnum, og áður hevur hann verið liðformaður í svenska Helsingborg IF og Vejle BK. Tað vil siga, at talan er um ein av royndastu føroysku spælarunum yvirhøvur. Tá ið Viljormur Davidsen í samrøðu við FM1 útvarpið tók samanum dystin í kvøld, so var hann greiður og avgjørdur:’
-Hetta er tað mest pínliga, sum eg nakrantíð hava verið við til. Hóast teir beinanvegin fingu mál, so kendu vit okkum hava tak á spælinum, og vit spældu okkum til fleiri góðar málmøguleikar, sum vórðu misnýttir. Og so fingu vit fullkomiliga óneyðugt og býtt reytt kort, sum oyðilegði alt og gav teimum lætt spæl. Eisini tí vit royndu at leypa á og tí vóru ov fáir í verjupartinum, staðfestir Viljormur Davidsen.
Fimm av teimum sjey málunum í 7-1 NSÍ sigrinum vórðu skorað eftir innlegg úr síðunum.
-Vit vóru undirmannaðir mitt fyri málinum, og so var ein mótstøðumaður ofta leysur, staðfestir Viljormur Davidsen.
HB er varpað úr steypakappingini, og úrslitið i kvøld ber við sær, at HB er langt frá toppinum og møguleikanum at vinna FM. Sjálvsfatanin er, at HB eigur altíð at vinna í hvussu so er aðra kappingina.
Tí er lagið vánaligt.
Adolfo Sormani var fyrstu løtuna aktivur á beinkinum, og hann sá gult fyri at mótmæla. Sum dysturin leið, sat venjarin hendur í favn á beinkinum.
Fyri stuttum varð í íslendskum og síðani í føroyskum fjølmiðlum skrivað, at HB fór at skifta venjara, men tá undirstrikaði HB leiðslan, at hon hevði álit á, at Sormani fer at megna at venda gongdini.
Funnist hevur verið at leilklutinum hjá útlendsku spælarunum. Í kvøld var letlendski málverjin Reinis Reinholds á beinkinum. Miðverjin Klavs Kramens varð vístur av vølli tíggju minuttir undan steðginum, og norski álopsspælarin Jonas Enkerud vann seg til tveir heilt góðar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist honum at skora. Hann hevur verið við í sjey dystum, men enn er tað ikki eydnast honum at skora.
Hóskvøldið klokkan 18 fer HB at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
HB hevur ikki tapt við seks málum í Gundadali síðani 2. juli í 2006, tá ið grannauppgerð endaði við 6-0 B36 sigri. Í 2006 tryggjaði HB sær FM heitið á síðsta leikdegi.