Í nátt fingu fólk í Havn vitjan av eini fremmandi konu. Hon var sera full og vildi ikki fara avstaðaftur. Boð vórðu tí send eftir løgregluni, tá kvinnan einki hevði við fólkini í húsinu at gera.
Hon varð tikin við á politistøðina, og har er hon enn, sigur vaktleiðarin.
Tá hon vaknar verður hon latin leys aftur við eini bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.
Løgreglan hevði eisini stríð av øðrum fullum fólkum í gjár.
Ein persónur sat avdottin á einum beinki um fýratíðina í gjár, sum løgreglan tók sær av.
Beint eftir klokkan 17 vóru boð av einum røktarheimi eftir løgregluni, tí tey høvdu trupulleikar við einum fullum persóni, sum var komin á staðið. Tá løgreglan kom, var tann fulli maðurin við høvuðsinngongdina, og løgreglan syrgdi fyri, at hann kom heim.
Um 23 tíðina í gjárkvøldið vóru aftur boð eftir løgregluni, tí ein persónur sat og svav uttan fyri vesini í Steinatúni í Havn. Løreglan fekk fatur á tilbúgvini hjá Tórshavnar kommunu, sum syrgdi fyri, at hann varð hjálptur niðan á Herbergið.