Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki vunnu fjórða dystin á rað í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Í kvøld vann SJK á heimavølli 3-1 á Oulu.
Útiliðið kom á odda 1-0 í 38. minutti, men tað gingu bert fýra minuttir, so gjørdi Oulu sjálvmál, og so var aftur javnt. Í 53. minutti legði Kasper Paananen heimaliðið á odda, og 12 minuttir seinni staðfesti Markus Arsalo sigurin.
SJK hevði meira spæl og væl fleiri málmøguleikar enn mótstøðuliðið, og tí var talan um uppibornan sigur.
SJK er oddalið í deildini við fullum stigatali, 12 stigum fyri fýra dystir.
HER ber til at síggja ein sindur longri samandrátt frá 3-1 sigrinum hjá SJK í kvøld. Samuel sæst við nummar 28 á rygginum:
##med2##