Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA eru víðari til annað umfar í Europa Conference League undankappingini, har teir skulu møta Dundalk úr Írlandi.
Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík eru úti av kappingini aftaná 1-0 heimasigur á RFS Riga. RFS vann heimadystin 2-0, og vann harvið samlað 2-1.
Helgi Guðjónsson skoraði sigursmálið til 1-0 tá 82 minuttir vóru farnir av dystinum. Gunnar spældi allan dystin.
KA vann 2-0 á waliska liðnum, Connah's Quay úr Wales og harvið ein samlaðan 4-0 sigur.
Tá 16 minuttir vóru leiktir legði Daníel Hafsteinsson KA á odda 1-0. Elfar Árni Aðalsteinsson økti til 2-0 tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini.
Pætur var á vøllinum í 58 minuttir.
27. juli spælir KA á heimavølli móti Dundalk, og 3. august spæla teir á útivølli í Írlandi.
HER ber til at síggja málini KA skoraði móti Connah's Quay í útidystinum í kvøld:
##med2##











