VIDEO: Níggju minuttir við hæddarpunktum úr Kasakstan

(Video) Síggj níggju minuttir við hæddarpunktum frá frálíka 3-2 sigrinum hjá føroyska U21-landsliðnum í Kasakstan fyrr í dag

Kasakstan – Føroyar 2-3 (0-1)

0-1  Stefan Radosavljevic, 20

0-2  Petur Knudsen, 50

0-3  Jonn Johannesen, 64

1-3 Ramazan Karimov, 65

2-3 Oralkhan Omirtayev, 81

Føroyar (4-4-2): Rói M. Hentze - Ari Olsen, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi, Daniel Johansen - Pætur Petersen (Ragnar Samuelsen, 80.), Jákup B. Andreasen, Stefan Radosavljevic 8Arnbjørn Svensson, 90+1.), Lukas Giessing (Hanus Sørensen, 85.) - Petur Knudsen, Jonn Johannesen (Hjalti K. Djurhuus, 80.)

Á bonkinum: Jákup N. Olsen, Bárður á Reynatrøð, Bjarki Nielsen, Ólavur Niclasen, Pætur Skipanes

Gul kort: Daniel Johansen, Pætur Petersen, Petur Knudsen

Venjarar: Sámal Erik “Bagge” Hentze, Jógvan Hendrik “Hegga” Samuelsen, Rúni Klein Joensen.

Við sigrinum hevur Føroyar yvirhálað Montenegro á stigatalvuni. Føroyar hevur níggju stig á fimta plássi, meðan Montenegro endar á sætta plássi við sjey stigum.

Sámal Erik Hentze, U21-landsliðsvenjari hevur fingið tríggjar sigrar í seks dystum, 3-2 á Kasakstan, 3-1 á Ísrael og 1-0 á Montenegro. Haraftrat stóð liðið seg sera væl móti krútsterka spanska bólkavinnaranum, serliga í heimadystinum. Spania vann báðar dystirnar 2-0. Haraftrat var talan um eitt rættiliga gott avrik móti Norðurmakedonia, ið endaði næstovast í bólkinum. Føroyar taptu 1-2 heima fyri Norðurmakedonia.

Á hesum videobrotinum ber til at síggja ein samandrátt uppá níggju minuttir, ið fótbóltssambandið í Kasakstan hevur sett saman: 

##med2##