Klivaløkshagi og fer grøna rákið at venda?

Eitt evni, sum er sera nógv frammi, nú danir fara til kommunuval, er at alt fleiri fólk í Danmark fáa sína tilveru órogvaði og kanska oyðilagda av teim mongu vindmyllum og sólparkum sum eru í gerð og sum ætlanir eru um kring alt Danmark. Hús og ognir teirra sum liggja upp at slíkum lundum missa alt virði.

 

Sigast má, at tann positivi viljin sum hevur verið her á landi til alneyðuga grøna orkuskifti, er í vanda fyri at støðga, tá vindmyllur verða kroystar inn á náttúru økir ímóti fólksins vilja. Vit mugu heldur ikki gloyma, at SEV er ogn fólksins, og har vit, Havnarfólk, eru størsti eigari í felagsskapinum.

 

Tað er tí sera hugstoytt, at nýggi nevndarformaðurin í SEV sigur at tað ”gagnar umhvørvinum at seta vindmyllulundina í Klivaløkshaga”

 

OMG ! Ein øtast yvir slíkar útsagnir, sum eru ósakligar og burtur við.

 

Tað er eisini sera ódámligt, at bæði starvsmaður í Umhvørvisstovuni og nevndarformaðurin í SEV ikki virða avgerðina hjá Yvirfriðingarnevndini um fleiri kanningar av fuglinum i Klivaløkshaga. Klivaløkshagi sum altjóða viðurkendi fuglafrøðingurin Silas Olofsson sigur er ”FøroyaAmazonas” og sum má verjast og friðast fyri ein hvønn prís og at vindmyllur ongantið mugu koma í Klivaløkshagan!

 

Vert er at nevna skilagóðu avgerðina at støðga vindmylluætlanina Millum Tjarnir á Eiði á sinni. Henda ætlan vildi bæði skaða fuglin, náttúruna og útsýni hjá Eiðisfólki til Slættaratind.

 

Men vit kunnu spyrja, hvussu gongur annars við grøna rákinum? Altjóða íløgur í grønar loysnir hava ongantið verið minni, í danmark var danska vindorkufelagið Ørsted um at fara á húsagang, 2.000 fólk søgd upp, og her á landi ljóðar at 13 av vindmyllunum hjá SEV ikki rigga og verða mettar sum feil  íløga sum vit hoyrdu um i D&V herfyri.

 

Føroyar fara at hava eitt nytt Landsstýri innanfyri eitt ár og tað er at vóna at vit tá hava ung, visoner, kommercielt huxandi hugsjónarfólk í Tinganesi sum verða við at revidera og rætta grønu kósina, fólk sum hava virðing og alsk til Føroysku nátturuna, og ikki lata seg stýra av tvangsneurotiskum almennum vindmyllu ætlanum.

 

Vit gera ikki Føroyar grønari við at oyðileggja føroysku náttúruna.

 

Johan Mortensen