VIDEO: Jóan Símun legði upp til vakurt mál hjá Beveren

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Waasland Beveren-Lierse 1-3 (1-1)

Jóan Símun Edmundsson var 75 minuttir á vøllinum og hann legði hegnisliga upp til málið hjá Waasland Beveren, ið tíverri tapti 1-3 fyri Lierse á heimavølli ígjár.

 

Lierse kom á odda aftaná eitt hornaspark longu í triðja minutti.

 

Tá 20 minuttir vóru farnir hevði Jóan Símun eina sera góða sending til Louis Verstraete, ið inni í brotsteiginum útplasseraði málverjan hjá Lierse.

 

Leingi sá út til, at dysturin fór at enda 1-1, men í 90. minutti kom Lierse á odda 2-1. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat øktu teir til 3-1.

 

Waasland Beveren er næstfremst í næstbestu belgisku deildini við 16 stigum. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Westerlo sum hevur spælt ein dyst færri enn Waasland Beveren.

 

Komandi sunnudag spælir Waasland Beveren móti júst Westerlo á útivølli. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: 

 

##med2##