Bólkafinalan í bólki F í HM-endaspælinum í manshondbólti endaði við javnleiki.
Svøríki og Spania møttust í Unity Arena Høllini í Bærum uttanfyri Oslo í kvøld, og endaði dysturin við javnleiki 29-29. Svøríki var á odda 16-11 í steðginum. Svøríki var á odda við seks málum eitt skiftið í seinna hálvleiki, men Spania vann seg innaftur í dystin og knógvaði eitt týdningarmikið stig til millumumfarið.
Svøríki og Spania taka trý stig við sær til millumumfarið.
HER ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Svøríki og Spania:
##med2##