Her eru nakrar av teimum:
Lagt til rættis:
Eydna Skaale
------------
Helena Dam á Neystabø:
- Strippið í føroyskum klæðum var lættisoppakent og kommersielt, men eg eri av teirri fatan, at vit skulu hava so fáar reglur og forboð sum gjørligt.
- Sjálvandi skulu vit eisini hava virðing fyri føroyska búnanum, og hann skal avgjørt ikki enda sum fótatraðk, men eg rokni ikki við, at eitt einstakt dømi sum hetta hóttir búnan.
- Vit skulu ansa eftir, at vit ikki konservera føroyska tjóðarbúnan. Vit hava ein sera livandi tjóðarbúna, sum verður nógv brúktur, og soleiðis skal tað eisini verða frameftir. Gera vit eina reglugerðum brúkið er vandi eisini fyri fundamentalismu og konservatismu.
-----------------
Rúna Sivertsen:
- Vit hava tíverri onga lóggávu, sum verjir búnan móti at verða vanvirdan. Eingin hevði helst ímyndað sær, at slíkt kundi henda, men eftir hesa ósømiligu hending síggja vit, at neyðugt verður at leggja fram lógaruppskot fyri at verja okkara tjóðbúna ímóti vanvirðing.
---------------------
Victoria Wild sjálv:
- Síðani eg byrjaði at strippa, havi eg havt eina ætlan um at fara til Føroya at strippa í føroyskum klæðum. Fýra ár seinni er tað veruleiki. Eitt ella annað stað eri eg nokk so stolt av at verða føroyingur, og eg eri ikki flov at vera strippari. Tað kann vera, at fólk taka hetta illa upp, men eg síggi einki galið við tí.
---------------------------
Hans Fróði Hansen:
- Størsti partur av føroyingum, sum eru í føroyska búnanum á ólavsøku, ganga og mala í ørviti. Eg havi tó ongantíð hoyrt, at nakar hevur klagað um tað í føroysku miðlunum, hvørki, at tað skal vera niðurgerandi fyri Føroyar, ein vánalig fyrimynd fyri børn og ung ella annað.
- Ein strippari í einum føroyskum búna í einum høli, har dyrnar eru afturlatnar, og sum tú mást koma inn av gøtuni fyri at síggja, dugi eg ikki at síggja sum ein trupulleika.
- Hvat er munurin á einum fullum manni ella kvinnu í føroyska búnanum, og so á einari kvinnu, sum ber føroyskan búnan á einum náttklubba, har fólk velja sjálvi at fara?
------------------
Jákup Magnussen:
"Fólk vóru so ill um hetta við at strippa við føroyskum klæðum. Je helt tað riggaði so óluksáliga gott. "
------------------
Heri Jacobsen:
- At nakar skal lata seg øsa av, at hon einaferð í Havnar Klubba hevur latið seg úr ella strippa í føroyskum klæðum! Tað eru nógv konufólk, sum eru í føroyskum klæðum á ólavsøku, men vit vita einki um, hvussu tær lata seg úr tí seinni aftur - uppá hvønn máta tað verður gjørt. Hví ikki taka pengar fyri tað, at tú loysir stiman og dregur hann spakuliga burturúr mallunum? Tað er ikki annað enn eitt vanligt klædnaplagg. Føroysku klæðini eru ikki standardiserað við eini statsautoriseraðari lóg.
------------------------------
Rudolf Joensen:
- Nú er tað so, at man kann næstan ikki taka eitt koyrikort, uttan man skal vera avmyndaður í føroyskum klæðum. Eg havi næstan fingið vaml fyri føroyskum klæðum.










