Vestmanna: Nú er jólatræið komið

Hetta er tíðin, tá jólatrøini kring landið verða tendrað. Í teimum størru býunum varð hetta gjørt farna vikuskiftið, og aðrastaðni kring landið verða nú fyrireikingar gjørdar til hetta sama.

Seinnapartin í dag vóru menn í ferð við at seta upp jólatræið, sum skal standa á Torginum í Vestmanna.

Tað kemur ikki at standa leingi soleiðis, tí leygardagin kl. 16 verður tað tendrað. Við hetta høvið verður røða, umframt tað at Vestmanna Sangkór syngur, Vestmanna Hornorkestur spælir og fólk úr samkomuni Saron fara at luttaka við sangi og spæli.

Jólamenn verða eisini við, og aftaná verða øll boðin inn í missiónshúsið til kakao og bollar. Fyri tiltakinum í missiónshúsinum standa sangarar úr kirkjukórinum í Vestmanna.

Og kl. 18 verður nýggja ungdómshúsið, sum liggur í sama øki, víst fram fyri fólki.