Sveinur Tróndarson
So eydnaðist tað kortini at forða fyri at arbeiðssteðgur varð í fólkaskúlanum. Føroya Lærarafelag hevði annars lýst arbeiðssteðg at koma í gildi mánamorgunin, og eftir orðaljóðinum fríggjadagin at døma, so var eingin vón um nakra semju.
Partarnri sótu við samráðingarborðið allan fríggjadagin, men um hálgun sjeytíðina fríggjakvøldið slitnaðu samráðingarnar, hálvavegna við buldur og brak.
Við Útvarpið segði formaðurin í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen, at mótpartur teirra hevði brúkt skendsk orð, og verið niðurlátandi um fólkaskúlan. Hetta afturvísti Lønardeildin kortini seinni í tíðindaskrivi.
Hóast samráðingarnar vóru slitnaðar og tað sá út til at fara at enda við verkfalli í skúlanum, so arbeiddi lønardeildin kortini víðari við at finna eina semju leygardagin. Hetta endaði við, at Lønardeildin sendi Lærarafelagnum eitt nýtt útspæl leygarkvøldið, og sunnudagin kom glið aftur á samráðingarnar.
Í sátt og semju
Samráðst var allan sunnudagin, og út á sunnukvøldið brast fyri nev og ein nýggjur sáttmáli var í hús. Í tíðindaskrivi frá Lønardeildini verður sagt, at nýggi sáttmálin er gjørdur fyri knapt eitt ár. Hann gongur frá 1. juli í ár til 1. mars næsta ár. Lønin hjá lærarunum hækkar við 2,33 prosentum hetta skeiði. Harumframt hava partarnir gjørt avtalu um tænastumannaeftirløn umframt at teir hava avgjørt, at 0,55 prosent verða nýtt til eftirlønartrygging .
Stóra trætumálið í sambandi við sáttmálasamráðingarnar hesaferð var, at nýggj skúlalóg er komin í gildi, og sambært hesi lóg fáa lærararnir eftir fatanini hjá fakfelagi teirra meiri at takast við uttan at tað sæst aftur í hægri løn og størri játtan til skúlaverki.
Henda trupulleika fara partarnir nú undir at loysa. Teir hava bundið seg til, at samráðast um arbeiðstíðina hjá lærarunum og tær nýggju og størru uppgávurnar sum lærarunum er áløgd.
Partarnir rokna við, at hetta kann leggjast soleiðis til rættis, at ein nýggj avtala kann verða gjørd um hetta 1. mars 2000 tá sáttmálin, sum júst er undirskrivaður gongur út.