Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship, sigur, at stórur tørvur er hjá flutningsfeløgunum at fáa betri kor. Góðs, bingjur og akfør fylla nógv, og sum nú er, er ikki pláss til meiri, sigur hon.
- Verandi havnarumstøður nøkta akkurát tørv okkara, men so heldur ikki meiri, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship.
Hon sigur, at serliga er tað dýbdin við havnalagið, sum verður ein avbjóðing.
- Verandi havn er ikki framtíðartryggjað. Serliga fer dýbdin at gerast ein trupulleiki. Nú er mesta dýbdin eini átta, níggju metrar, men tað verður skjótt ov lítið, sigur hon.
Jóhanna á Bergi vísir á, at umstøðurnar hjá teimum eru sera trongar.
- Vit hava stóran tørv á at fáa meiri pláss, bæði til bingjur og til goymsurúm og ikki minst parkeringspláss til akførini hjá okkum, sum vissuliga ongastaðni hava at vera í løtuni.
Seinastu árini er uppsjóvarvinnan farin at leggja størri trýst á útflutningsorkuna, men Jóhanna á Bergi vísir á, at hóast tað, so er tað innflutningurin, sum tekur størst pláss.
- Hóast útflutningurin og innflutningurin er umleið 50/50 hvat tonsum viðvíkur, so sigur man vanliga, at eitt tons av innflutningi fyllir tríggjar ferðir so nógv sum eitt tons av útflutningi her í Føroyum. Tú kanst sjálvur hugsa tær munin á rúmd av einum platti við einum tonsi av frystum fiski og so einum tonsi av dýnum og koddum til Skemmuna. Tí er tað serliga innflutningurin, sum setur krøv til vídd hjá okkum at arbeiða á.
Jóhanna á Bergi sigur, at vinnan fer ikki at seta nøkur krøv til, hvar ein góðshavn skal liggja, men at hon altíð fer at tillaga seg verandi umstøður.
- Ein tílík havn kann uttan iva byggjast aðrastaðni enn júst í Tórshavn, men vinnan fer altíð at tillaga seg tær umstøður sum eru, og fer at søkja tey støðini, har bestu karmarnir eru hjá henni at trívast, mennast og halda seg kappingarføra, sigur Jóhanna á Bergi at enda.
Les meiri um havnarútbyggingina í Vinnu í Sosialinum frá mánadegnum.