Seks altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds uppá bólkafinaluna í undanbólki D millum Føroyar og Turkaland, sum verður spældur á Tórsvølli í morgin klokkan 13, har bæði liðini hava seks stig fyri tveir dystir, men har Turkaland hevur betri málúrtøku, og skal bert hava javnleik fyri at vinna undanbólk D.
Sambært teimum seks veddingarfyritøkunum er Turkaland greiður favorittur til at vinna á Føroyum.
Come On og 10 Bet bjóða odds 1,51 uppá turkiskan sigur. SkyBet og Bet365 bjóða 1,50, BetClic bjóðar 1,48 og BetVictor bjóðar odds 1,45 uppá turkiskan sigur.
Come On, 10 Bet, Bet365, BetClic og BetVictor bjóða øll odds 5,50 uppá føroyskan sigur. SkyBet bjóðar odds 6,00 uppá føroyskan sigur.
Oddsini uppá javnleik millum Føroyar og Turkaland liggja millum 3,75 og 4.33.
So hjá hesum seks veddingarfyritøkunum er ikki nógvur ivi um, at Turkaland vinnur á Føroyum. Hinvegin eiga hesi oddsini avgjørt at motivera føroysku kvinnurnar til at stríðast enn meira.