Vatikanið undrast

Amerikanska tríðarritið Time hevur gjørt ein lista yvir tey 100 fólkini í heiminum, sum hava størsta ávirkan, og Benadikt XVI pávi er ikki at finna á hesum lista.

Kendir amerikanarar sum Andre Agassi, Brad Pitt, Angelina Jolie og onnur eru við á listanum, og ein talsmaður fyri Vatikanið undrast yvir listan.

- Í grundini eru vit fegin um, at pávin ikki er við á hesum lista, tí listin er løgið samansettur, sigur Federico Lombardi.