Var tað so neyðugt at sløkkja fyri CNN?

   

Búi Tyril
?????

Nú Televarpið hevur sløkt (tendraðu aftur undir vikuskiftinum av onkrari orsøk, smb. leiðsluna tó bert fram til 25. november) fyri heimsleiðandi live tíðindarásini CNN fyri at føroyingar skulu fáa enn fleiri danskar sjónvarpsrásir at velja í, veit eg at vit eru fleiri ið eru vónsvikin. Júst CNN var ein høvuðsorsøk til at vit yvirhøvur fingu okkum Televarpið; vit høvdu aldri keypt tann pakkan við tí samansetingini fyri tann prísin um ikki tað var fyri júst tað virði sum CNN tilførdi -- men whoops, nú skulu vit hava eina aðra samanseting sum vit ongantíð hava biðið um!
Eg mótmælti á røttum stað tá hetta hendi fyri einari góðari viku síðani, men einki bendir á at tað hjálpti. Nakrar dagar seinni standa miðlarnir á tá fyri at fortelja okkum hvussu fantastiskt tað er at vit nú fáa enn meira DR, ja og so eina príshækking. Ikki eitt orð um CNN, hóast kundarnir hjá Televarpinum keyptu sínar pakkar millum annað við tí grundarlag at CNN var við; sum um at CNN bara var luft! Og hetta hóast ein heit debatt júst nú leikar sum vísir at nógvir føroyingar kenna seg snýttar av at hava brúkt nógv ár av sínum lívi til at læra eitt mál sum ikki gevur atgongd til meira enn ein lítlan dunnuhyl. Hvørjum líkist hetta?
Eg skilti á stjóranum í Televarpinum tá eg eg tosaði við hana at hendan handling skal forsvarast við tí at tað ber ikki til at gera øllum til vildar, at kanningar eru gjørdar yvir hvat hyggjararnir vilja hava, at BBC skal kunna brúkast ístaðin fyri CNN, og so giti eg tað kanska liggur í luftini at Televarpið er kommercielt skipað og hevur ikki eina public service uppgávu.
Jú, tað kann vera torført at gera øllum til vildar; men harfrá og til tað hetta smakkloysi er langt. Televarpið skuldi hóast alt havt eitt image at forsvara, eitt image sum eisini smittar yvir á eigaran Føroya Tele, sum harafturat framvegis er ogn skattaborgarans. Hvat viðvíkur »kanningum« yvir hvat flestu síggjarar ynskja, so loyvi eg mær at seta spurning við virði á einari slíkari so leingi einki ítøkiligt er víst fram; eg havi so ikki sæð nakra kanning og vit vórðu so ikki spurd um nakað sum helst.
Ein heilt annar spurningur eg og fleiri onnur kundu hugsað okkum at sett ljóðar: Er Televarpið líkasælt við dygdina og breidd-ina í sínum útboði?
Uttan mun til hvat fólk halda um DR1 og DR2, hví offra júst CNN í samanhanginum? Hví ikki offra okkurt annað ístaðin? Er tað so umráðandi at senda so nógv niðurgerandi sjónvarp sum lítið annað tykist hava til funktión enn at mannminka fólk og sáa ómegd fyri løtuvinning? Danir sjálvir vilja ikki ganga við til at verða isoleraðir frá kanalum sum CNN; teir eru ikki líka fixeraðir við danskt TV sum vit føroyingar partú skulu vera. Vit skulu altso zappa ímillum einar 5-10 danskar kanalum og steingjast úti frá globalum live tíðindum!
Eg dugi heldur ikki at síggja hvussu BBC kann samanberast við CNN, til dømist tá stórar hendingar fara fram; talan er um tvey ymisk format. CNN er eisini nakað heilt fyri seg tá tað kemur til breiddina og tyngdina í kompetentum fólkum sum úttala seg. Tak til dømis temavikuna herfyri um outsourcing í India, ella "Inside the New China" ella ta stóru dekkingina av forsetavalinum í USA, og fastar sendingar úr Asia og Miðeysti.
Men nei. Nú skulu vit ístaðin fyri heimselitu taka til takkar við heimføði -- til at filtrera okkara mynd av veruleikanum enn meira enn hon longu verður filtrerað gjøgnum tær umskrivingar vit so leingi hava verið innløgd til í føroysk-um uttanríkis tíðindum.
Vit sum búgva so fjarskotið her mitt í Atlantinum, okkum skal altso ikki unnast tíðindatilfar frá CNN!
Eitt er góður handilssiður, eitt annað er tann størri samanhangurin. Ein stovnur sum Televarpið kann aldri koma undan sínari ábyrgd yvir fyri samfelag og mentan íroknað fólki og, ikki minst, ungdómi.
Hvat siga skilafólk innan Føroya Tele til hetta hundalívið í dótturfelagnum?