Tann ringasti turkurin í meiri enn 60 ár hevur rakt fleiri milliónir fólk á Afrikanska Horninum, og soleiðis sum útlitini eru, kann turkurin elva til hungursneyð í summum økjum. Elisabeth Byrs, sum er talskvinna hjá ST, sigur, sum er ávirkar turkurin gerandisdagin og tilveruna hjá meiri enn 10 milliónum fólkum.
Sambært ST er stórur tørvur á mati í fleiri økjum í londunum Djibouti, Etiopia, Kenya, Somalia og Uganda. Tað hevur ávirkað prísin á matvørum, og í Kenya er kornprísurin 80 prosent oman fyri meðalprísin tey seinastu fimm árini. Í Etiopia er prístalið hækkað 41 prosent.
ST hevur biðið limalondini veita teimum neyðstøddu hjálp, men enn hava londini bara fingið millum 30 og 50 prosent av tí, sum gevaralond hava játtað teimum, skrivar AFP.