Nú er vandi fyri, at fleiri fólk fara at vera uppsøgd á Landssjúkrahúsinum. Nú Løgtingið er í ferð við at samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár, mælir meirilutin í fíggjarnevndini, sum eru samgongan og Sjálvstýrið, til, at játtanin til Landssjúkrahúsið skal skerjast heilar 16 millinónir krónur næsta ár aftur ímóti tí, sum landsstýrismaðurin hevði biðið um. Samstundis fær Klaksvíkar Sjúkrahús 200.000 krónur minni og játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús verður eisini 200.000 krónur minni.
Á Landssjúkrahúsinum sigur leiðslan, at tey eru í samskifti við landsstýrið um málið og at tey onga viðmerking hava, so leingi fíggjarlógin er undir viðgerð. Men nógv tann størsta útreiðslan hjá sjúkrahúsverkinum eru lønir og skal ein sparing upp á 16 milliónir, takast inn tann vegin, øll, sum hon er, svarar til yvir 30 starvsfólk.
Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at almennu útreiðslurnar eru hækkaðar yvir 800 milliónir hesi seinastu árini, og at tað má fáa ein enda og tí slepst ikki undan at tálma útreiðslunum og tað verður neyðugt at spara allastaðni. Hann sigur eisini, at tað er sálvsagt, at útreiðslurnar verða tálmaðar á teimum økjum, har útreiðslurnar eru størst.
Samstundis hevur samgongan sett sær fyri at vit skulu hava viðgerðartrygd í heilsuverkinum og endamálið var, at í hesum valskeiðnum skuldi játtanin til heilsuverkið hækkast tilsamans 120 milliónir.
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, kallar tað propaganda frá andstøðuni, at Landssjúkrahúsið skal skerjast 16 milliónir. Hann vísir á, at landsstýrismaðurin hevði biðið um 39 milliónir afturat til Landssjúkrahúsið, men hann fær bara 23. Hinvegin siga tey í andstøðuni, at hetta fer at merkast við longri bíðilstum og uppsagnum, ella má ein eykajáttan koma.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaðurin í Heilsumálum, skrivar á Facebook, at hann fekk sum ein vátan vøtt frá meirilutanum í fíggjarnevndini, nú teir ætla at taka 16 mió frá okkarar sjúklingum á landssjúkrahúsinum. Hann leggur afturat, at hann fer at royna at fáa játtanina hækkaða aftur