Tveir dystir vóru fyrr í dag leiktir í niðara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum.
Á Dungasandi í Sørvági vann Skála ÍF 2-0 á 07 Vestur. Tað kravdi tó eitt sjálvmál áðrenn Skála legði seg á odda 1-0 í 78. minutti. Fimm minuttir seinni staðfesti Sara Benjaminsen (myndin) sigurin hjá Skála.
Á ovara vølli í Gundadali vann oddaliðið, B36 3-1 á FC Hoyvík. Tað var tó FC Hoyvík, ið legði seg á odda 1-0 í 34. minutti. B36 javnaði tó beint undan steðginum, og í seinna hálvleiki tryggjaðu tær sær sigurin.
B36 er greitt oddalið við 28 stigum. Skála ÍF er nummar tvey við 19 stigum, og 07 Vestur er nummar trý við 12 stigum. FC Hoyvík er aftast við fýra stigum.
Komandi sunnudag tekur B36 móti 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali, og Skála ÍF hevur heimadyst móti FC Hoyvík.
B36-FC Hoyvík 3-1 (1-1)
0-1 Olivia Kristiansen (34.)
1-1 Jasmin Mittún Darvishi (43.)
2-1 Sigrið Hansdóttir (59.)
3-1 Ester Ellingsgaard (83.)
07 Vestur-Skála ÍF 0-2 (0-0)
0-1 sjálvmál (74.)
0-2 Sara Benjaminsen (83.)
Kelda: dystir.fo
|