Góður fiskiskapur eftir upsa

- Tríggir trolbátar eru úti. Teir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski. Væntandi koma allir inn at landa í vikuni sum kemur

Fimm trolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, og eitt par er framvegis á gulllaksaveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fiskiskapurin eftir upsa er góður, og tað hevur hann verið í eina tíð.

 

Av djúpvatnstrolarunum er ein á Íslandsrygginum, og ein er eystanfyri. Væntandi koma báðir trolararnir inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Sagt verður, at djúpvatnstrolararnir fáa mest av toski og upsa og eitt sindur av svartkalva og blálongu.

 

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og fær mest av hvítfiski.

 

- Tríggir trolbátar eru úti. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Væntandi koma allir trolbátarnir inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Trý garnaskip fiska svartkalva.

 

- Garnaskipini hava góðan fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa ein av komandi døgunum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.