VIDEO: Bjartalíð var sera eyðsýndur og legði upp til mál

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Haugesund 2-2 (2-2)

Jóannes Bjartalíð var við frá dystarbyrjan, og hann fekk 62 minuttir á vøllinum, tá Fredrikstad á heimavølli leikti dyst móti Haugesund í bestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Longu í øðrum minutti av dystinum fann Jóannes við einari langari sending viðleikaran, Henrik Skogvold sum setti bóltin framvið málverjanum hjá Haugesund. Tað gingu tó bert seks minuttir, so hevði Haugesund javnaði til 1-1. Í 25. minutti legði Johannes Nunez Fredrikstad á odda við einum dreymahøggi. 11 minuttir seinni var kanadiski miðvallarin Patrick Metcalfe so óheppin at gera sjálvmál, so støðan gjørdist 2-2. Fleiri mál komu ikki í dystinum. 

 

Fredrikstad er nummar níggju í deildini við 27 stigum fyri 19 dystir. 

 

Leygardagin 13. september spælir Fredrikstad dyst á útivølli móti Molde.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum Fredrikstad-Haugesund 2-2 (2-2). Umframt góða uppleggið til 1-0 málið, so sæst Jóannes eisini við øðrum atsóknum móti málinum hjá Haugesund:

 

##med2##