Ætlanin var, at nýggi og stásiligi bygningurin á Landssjúkrahúsinum skuldi lata upp tann 23. februar, tá Landssjúkrahúsið eisini kundi hátíðarhalda 80 ára dagin. Mongum brestur ætlanin, og hetta verður nú av ongum.
Í skrivandi stund standa stovurnar gapandi tómar og bíða eftir útgerð og útbúnaði av ymsum slag.
Orsøkin er hon, at fíggjarlógin fyri 2004 ikki er samtykt. Tí fær Familju- og heilsumálaráðið ikki játta tann neyðuga peningin, sum sjúkrahússtjórin situr og bíðar eftir.
Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 vórðu upprunaliga 35 milliónir krónur settar av til keyp av medicotekniskari útgerð. Harumframt vórðu 2,7 milliónir krónur settar av til rakstur og 4 milliónir krónur til trettan nýggj heilsustarvsfólk í hesum árinum. 4 milliónir krónur vórðu settar av til keyp av útbúnaði í 2005, og 5 milliónir krónur eru longu nýttar til keyp av tungari útgerð.
Í ringasta føri letur nýggi bygningurin ikki upp fyrr enn eftir summarfrítíðina. Hetta er tó lítið sannlíkt, tí væntandi fer nýggja løgtingið sum skjótast at avgreiða viðurskiftini viðvíkjandi játtanini til tann nýggja bygningin.
Men um nýggja løgtingið skal viðgera alla fíggjarlógina út í hvønn smálut, áðrenn játtanin kemur í rættlag, so er vandi fyri, at nýggi bygningurin ikki letur upp fyrr enn í september.
Vónaðu at halda fram
? Tað er sjálvandi sera óheppið fyri okkara viðkomandi, at tíðarætlan in ikki heldur. Okkara fólk hava fyrireikað okkum alt heystið til upplatingina og hava væntað, at alt skuldi ganga sum ætlað, sigur Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri í viðmerking til hesi tíðindini. Hann væntar og vónar, at sjúkrahúsið kann lata upp í mai mánaði.
Virkandi landsstýrið, sum bert er ein starvsstjórin inntil nýtt landsstýrið tekur við, kann bert játta pening til verandi virksemi umframt tær sáttmála- og lógarbundnu útreiðslurnar, soleiðis at átiknar skyldur verða hildnar.
Sjúkrahússtjórin hevði annars vónað, at tað fór at bera til at halda áfram við at bíleggja og keypa útbúnað, hóast fíggjarlógin ikki varð samtykt. Sjúkrahúsið hevur nevniliga havt eina verklagslóg at halda seg til, og boðini úr Heilsumálastýrinum vóru upprunaliga, at sjúkrahúsið við heimild í hesi lóg kundi halda fram við at bíleggja útgerð í nýggja árinum, hóast eingin fíggjarlóg fyri 2004 var samtykt.
Stórur ivi valdaði tó um hesa heimild, og tí skuldi hetta kannast í Løgmálaráðnum. Úrskurðurin úr Løgmálaráðnum var, at eingin heimild var at játta pening til keyp av útbúnaði í hesi lóg, og tí fall alt til jarðar.
Sosialurin hevur fingið innlit í úrskurðin frá Løgmálaráðnum, og hann sigur í stuttum, at tá heimild hvørki er í fíggjarlógini ella í eini bráfeingis játtanarlóg kann útgerð ikki keypast.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum helt upprunaliga, at hon kundi bíleggja útgerð uttan trupulleikar, men eina viku inn í nýggja árið, koma boðini úr Løgmálaráðnum um, at hetta ikki bar til.
Um landssjúkrahúsið hevði havt bílagt útgerðina fyri ársskiftið, hevði landsstýrið kunnað játtað peningin við heimild í verklagslógini.
Bill er harmur
Bill Justinussen, landsstýrismaður við heilsumálum, sigur, at hann bað embætisverkið kanna allar møguleikar fyri at fáa hesa játtanina uppá pláss, men kanningarnar vístu, at hetta tíverri ikki lat seg gera.
? Tað er sera harmiligt, at val verður útskrivað beint fyri ársskiftið, og vit fara inn í eitt nýtt ár við ongari fíggjarlóg. Í núverandi støðu fáa vit fáa bert hildið verandi virksemi í gongd, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður við heilsumálum.
Sitandi landsstýrið hevur nevniliga ikki loyvi at gera nakra nýggja bindandi avtalu ella játta pening til nýggjar keypssáttmálar. Tað nýggja landssýrið skal nevniliga hava møguleika at raðfesta øðrvísi enn undanfarna stýri.
Soleiðis sum støðan er nú, er sjúkrahúsið í eini bíðistøðu. Einki verður avgjørt fyrr enn eftir valið, og tí valdar nakað av óvissu um nýggja bygningin á sjúkrahúsinum. Í skrivandi stund standa stovurnar tómar og bíða eftir útgerð.
Sjúkrahússtjórin vónar innarliga, at nýggja løgtingið fer at geva teimum heimild at bíleggja útgerðina sum skjótast.