Vágafólk stuðla Í Menniskjum Góður Tokki

Aftur í ár er stórur tørvur á at stuðla við pengum til hjálparfelagsskapin Í menniskjum góður tokki. Tað eru í ár 800 føroysk børn, sum hava tørv á eini hjálpandi hond og nú hava vágafólk tikið seg saman og skipa fyri einum stuðulstiltakið.

 

Stigtakararnir, saman við VisitVágar, bjóða inn til eitt hugnaligt kvøld við tónleiki og uppboðssølu á Gamla Hotellið, Magenta í Miðvági. Greta Svabo Bech, Sámal Ravnsfjall og Lea Kampmann fara at syngja og spæla.

 

Í millum hvørja framførslu verður uppboðssøla av listaverkum, sum Jórun Haraldsen, Tórmóður Djurhuus, Arnleyg Magnussen, Bjørk Gudmundsen, Frívør Ellefsen og Lydiu Nielsen hava givið. Somuleiðis verður møguligt at bjóða uppá gott føroyskt kjøt frá Jákup Paula í Eyðansstovu og Seyðabókina eftir Robert Joensen, sum Magna Thomassen hevur latið.

 

- Vónandi møta tað fjølment av fólki, so vit kunnu geva Í menniskjum góður tokki eitt peningaligt ískoyti til teirra stóra arbeiði, skriva fyriskipararnir.

 

Tað er ókeypis atgongd og peningurin, sum kemur inn frá uppboðssølu og peningagávum, fer óskerdur til Í menniskjum góður tokki!