Fólk við góðari inntøku, skulu rinda nógv meiri til arbeiðsloysisskipanina enn tey gera nú.
Tað halda báðir teir stóru flokkarnir í andstøðu, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin.
Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um at broyta Arbeiðsloysisskipanina. Ein broyting er, at hámarkið fyri, hvussu nógv, hvør løntakari rindar til Als, skal hækkast.
Í løtuni rinda løntakarar 1,25 prosent av lønini í als, upp til eina ársløn á 540.000 krónur, men onki verður rindað í ALS av tí partinum av lønini, sum liggur omanfyri 540.000 krónur.
Tað merkir, at ongin kann rinda meiri enn einar 6.750 krónur í Als.
Men nú skulu øll rinda 1,25 prosent av lønini í ALS upp til eina løn á 650.000 krónur. Tað merkir, at ongin kann rinda meiri enn einar 8.125 krónur í Als.
Tað fer at geva Als einar 2,2 milliónir meiri í inntøku.
Men hesum eru hvørki Javnaðarflokkurin, ella Tjóðveldi, samd í.
Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður floksins, heldur, at hámarkið eigur at verða hækkað.
Sjálvur heldur hann, at tað kann hækka upp í tvær milliónir, so at øll rinda 1,25 prosent av lønini upp til tvær milliónir í løn um árið Sostatt skulu tey, sum forvinna tvær milliónir, rinda 25.000 krónur í Als.
Tað hevði givið Als eina inntøku upp á einar fimm ella seks milliónir krónur afturat.
Hann vísir á, at fólk við góðari løn sleppa rættiliga bíligt í Als.
Ein inntøka á 650.000 krónur um árið, skal rinda 1,25 prosent til Als, men ein inntøka á 1,3 millión, rindar bara 0,62 prosent til Als.
- Tí er tað ikki órímiligt at hækka hámarkið upp á tvær milliónir.
Aksel V. Johannesen heldur eisini, at fyri tað kundi hámarkið verðið avtikið. Men hann hevur skilt, at løgfrøðiliga er tað neyðugt at hava eitt hámark, tí Als er ein trygging og ikki ein skattur.
Tað hevur ofta verið frammi, at løgfrøðingar halda, at verður Als ein skattur, skal inngjaldið á fíggjarlógina, sum ein vanlig inntøka hjá landinum. Men tað vilja partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki hoyra talan um.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur hinvegin, at hámarkið skal takast heilt burtur.
Hon heldur, at Als skal skipast akkurát sum ein onnur skipan, vit hava, nevniliga barsilsskipanin, har øll rinda eitt ávíst prosent av lønini í skipanina, sama, hvussu nógv tey fáa í løn
- Høgar inntøkur av betri ráð at rinda til ALS enn lágar inntøkur, staðfestir Bjørt Samuelsen.










