Gos
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Teir seinastu dagarnar hevur gosfjallið Augustine sent royk og øsku einar átta kilkometrar upp í luftina. Hósdagin gjørdi fjallið minni um seg, men jarðfrøðingarnir vænta kortini, at tað fer at enda við einum veruligum gosi fyrr ella seinni.
Augustine er 1.240 metrar høgt, og amerikonsku jarðfrøðingarnir siga, at lív kom í fjallið orsakað av einum veikum jarðskjálvta í Cook-fjørðinum sunnan fyri høvuðsstaðin Anchorage. Tann nógva øskan, sum er komin úr fjallinum, hevur eisini órógvað flogferðsluna til og úr býnum.
Augustine goysti seinast í 1986, og tað næstseinasta gosið har var í 1976.