Sunleiv Højgaard, leiðari fyri Skálafjarðar Sløkkilið hvakk við, tá ið hann týskvøldið 8. november frætti gjøgnum fjølmiðlarnar, at Dánjal Petur Hansen var eftirlýstur. Sum onnur á fjørðinum kendi hann Pidda væl.
Tá varð hildið, at maðurin var farin onkrastaðni.
Dagin eftir fór poliitið út at leita við hundum og vildi ikki hava fleiri fólk upp í leitingina, tí hetta kundi órógva arbeiðið hjá hundunum.
Sløkkiliðið gjørdi tá onkrar kanningar fram við sjónum og í bátahylinum. Leygarkvøldið varð gingið gjøgnum fjøruna, inn í úthús og aðrastaðni.
Manssterk avstað
Henda dagin vóru leitingarfólkini ikki so nógv, men sunnumorgunin klokkan níggju fóru eini 75-80 aftrat. Tey trolaðu alt økið frá Lamba og suðureftir ígjøgnum. Við vóru eisini fjallfólk, sum kundu síggja, um nakað var øðrisi enn vanligt.
- Samstarvið við politiið hevur verið sera gott, sigur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari.
Leygardagin kom onkur ábending um, at okkurt kriminelt kundi vera hent, og leitingin varð tá broytt frá ikki at bara eftir einum horvnum manni men eisini eftir einum manni, sum kundi vera burturbeindur.
Nógvar fráboðanir
Leitað var víða. Sløkkiliðið koyrdi eftir vegunum til aðrar bygdur og hugdi út á sjógv. Fólk í Gøtu átóku sær sjálv at leita har á leiðini.
Sum dagarnir liðu var leitingin avmarkað til at leita eftir einum burturbeindum manni, tí tað bendi alt á, var hent.
Telefonin ringdi alla tíðina, tí fólk høvdu sæð okkurt, og hvørja ferð varð farið at leita.
Onkrir dagar vóru langir, men myrkrið avmarkaði, hvussu leingi kundi leitast.
Stórt hjálpsemi
Sunleiv Højgaard sigur, at tað stóð ongantíð á at fáa fólk við at leita, tí fólk vildu fegin hjálpa.
- Tað komu øll møgulig fólk, og við var eisini ein prædikumaður, sum bað og legði leitingina í Harrans hendur, sigur Sunleiv Højgaard.
Hann frætti eisini frá onkrum, sum hevði droymt okkurt, og onkur hevði sæð fyri sær. Alt hetta varð eftirkannað, einki lopið um.
Tað er ikki júst hugaligt at leita eftir einum burturbeindum manni, men eingin hvepti seg við at luttaka.
- Nei, tað gjørdi eingin, tí longsulin eftir at leita og finna var nógv sterkari enn ræðslan, sigur Sunleiv Højgaard.
Tey hava eisini verið óg leitað við seiðakikara á Eiðisvatni, men orsakað av illveðrinum, var hetta nokkso trupult.
Nógvar uppgávur
Og so kom illveðrið, og øll leitingin steðgaði av tí.
Sløkkiliðið hevur eisini verið við gravarum á kirkjugørðum og hugt, um nakað óvanligt var at síggja.
Sunleiv Højgaard heldur, at leitingin var væl skipað, tí leitingarfólkini vóru so fegin at kunna hjálpa.
- Men samstundis var tað ræuligt at ganga og hugsa um, at ein maður sat varðhaldsfongslaður fyri at hava beint fyri manninum, sigur Sunleiv Højgaard.
Hann viðgongur, at hesir seinastu dagarnir hava verið ein tung tíð. Tað bar ikki til at hugsa um nakað annað.
Nógvar uppgávur
- Í fyrstuni var torført at sova, tí eg hugsaði alla tíðina um, hvat vit ikki høvdu nátt. Men nú havi eg hvílt og til reiðar at taka eitt tak aftrat, sigur Sunleiv Højgaard, sum er ómetaliga takksamur fyri, tí hjálpsemi fólk bæði á Skálafjørðinum og aðrastaðni hava víst.
Líka síðan í mai hevur ofta verið boð eftir Skálafjarðar Sløkkiliði. Fyrst var tað Athena, sum eldur kom í á Skálafjørðinum í mai. Nú henda leitingin, og í illveðrinum í seinastu viku sukku trý skip á kálafjørðinum, og olja lak út.
FAKTA:
Sunnleiv Højgaard, leiðari fyri Skálavíkar Sløkkilið síðan 2000
Limur í sløkkiliðnum síðan 1985









