Festivalur
Birgir W. Høgnesen er upphavsmaðurin til tiltøkini við bátafestivalum. Hann er ættaður úr Klaksvík, men hevur í mong ár búð í Vestmanna, har hann eisini tók stigið til fyrsta bátafestivalin fyri fimm árum síðan.
Sosialurin hitti Birgir við bátahylin á Toftum leygardagin, tá ið teir út við fimmti bátarnir stevndu av Flesjunum og heim í Oyrarnar.
Tað er bróðir Birgir, Høgni W. Høgnesen, sum er primus-motorurin aftanfyri bátafestivalin á Toftum, sum nú hevur tvey ár á baki.
Høgni hevur búð á Toftum í nógv ár.
Góð fyrireiking
Birgir W. Høgnesen heldur, at góð fyrireiking liggur aftanfyri bátafestivalin á Toftum.
- Hetta sær bara heilt gott út. Eg havi hugt út á stevnuøkið, og eg haldi, at tey, sum standa aftanfyri tiltakið, hava dugað væl at skapt eitt hugnaligt og áhugavert umhvørvi rundan um festivalin.
Hann heldur eisini, at Bátafelagið í Nes kommunu hevur dugað væl at lagt eina áhugaverda skrá, har okkurt er til tey flestu, bæði ung og tilkomin.
Tiltakið væleydnað
Formaðurin í Bátafelagnum í Nes kommunu, Høgni W. Høgnesen, sigur í morgun, at enn er ikki gjørt upp, hvussu nógv vitjandi hava verið á festivalinum.
- Men eg haldi, at nakað meira av fólki hevur verið hesaferð enn seinasta ár, sum var okkara fyrsta.
Hann sigur, at nevndin í felagnum ikki hevur eftirmett tiltakið, og tí dugir hann heldur ikki at siga, hvussu verður komandi ár.
- Vit fara at bátafestivalin og taka støðu til, hvussu verður framyvir, sigur Høgni.
Undan tiltakinum, segði nevndin í Bátafelagnum, at ætlanin er, at bátafestivalurin á Toftum skal verða eitt afturvendandi árligt tiltak, sum eisini skal seta kommununa í fokus.
Gjørdi bart...
Sosialurin hevur skilt, at Heilsuføðiliga Starvsstovan seint leygarkvøldið kravdi, at hølini hjá Landingarmiðstøðini, har ætlaði dansurin skuldi verða, lótu aftur. Tí noyddust fyrireikararnir at flyta dansin við Dansiorkestrinum niðan á Svangaskarð, meðan DJ-Showið, sum var fyri tey ungu, var í tjaldinum á stevnuøkinum.
Høgni W. Høgnesen sigur seg onga viðmerking hava til, at neyðugt varð at flyta dansin, tí hetta í fyrsta lagi er ein spurningur millum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Landingarmiðstøðina.
- Vit hava ongar viðmerkingar til hesa avgerð, sigur hann at enda.