Klaksvík:
Síðani rundkoyringin við posthúshornið var liðug fyri umleið einum ári síðani, hevur økið rundan um verið nýtt sum best ber til. Ferðslan oman og niðan við gamla kirkjugarði norðarumegin, hevur verið nakað ivasom, tí uppmerkingin ikki hevur verið nøktandi.
Samstundis sum økið heldur ikki hevur verið nakað serliga vakurt á at síggja. Men tað verður broytt nú.
Býráðið hevur samtykt ætlanina um at fríðka økið við Vágstún. Tekningin frá Fuglø Arkitektum vísir, hvussu økið við gamla kirkjugarð kemur at síggja út ? helst komandi summar.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur, at arbeiðið verður boðið út sum skjótast, og er ætlanin at nakað skal gerast í ár og so restin komandi ár.
-? Hetta er eitt arbeiði, sum má gerast í stigum, tí vit mugu sýna ferðsluni atlit, greiðir hann frá.
Lætt atkomuligt
Sambært tekningini verður sjálvur garðurin rundan um minnisvarðan fyri teimum sjólætnu tikin niður. Ein nýggur garður verður so laðaður, men hann verður munandi lægri enn tann í dag. Síðani verður plantað rundan um, so at minnisvarðin kortini verður vælvardur.
? Vit meta, at vit kunnu varðveita friðin rundan um minnisvarðan best á henda hátt, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Síðani rundkoyringin kom, hevur eitt fríøki verið niðan fyri kirkjugarðin. Fólk hava kanska verið nakað í iva um, hvat tað skal nýtast til, men sambært hesi ætlanini at fríðka Vágstún, verður norðari parturin av økinum nýtt til fríøki, har benkur og annað kemur at standa. Sunnari parturin verður so nýttur til parkeringspláss, men tað verður ógvuliga avmarkað, hvussu nógvir bilar kunnu standa har.
Hendan ætlanin letur upp fyri minnisvarðanum, og tað verður munandi lættari at koma til hann í framtíðini. Hóast tað ber borgarstjórin ikki ótta fyri, at herverk ella nakað annað fer at vinda upp á seg.
? Hatta er eitt so mikið vakurt stað, at eg trúgvi, at tað fer at fáa frið, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen.