Vága kommmuna hevur søkt Mentamálaráðið um loyvi at taka skúlan á Giljanesi niður og byggja nýggja skúla á økinum. Tað skrivar kommunan á sínari heímasíðu.
Tá Mentamálaráðið hevur givið loyvi, verður umsókn send Fíggjarmálaráðnum um loyvi at taka lán til fígging. Um Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið játtar umsóknunum, stendur nýggi skúlin ætlandi liðugur tvey ár eftir, at loyvini eru fingin.
Tað er Selmar Nielsen, arkitektur, sum hevur gjørt eitt skipanaruppskot, sum vísir, hvussu nýggi skúlin skal síggja út. Ætlanin er, at gamli parturin av verandi skúla verður tikin niður, og nýggur skúlin verður bygdur eitt øðrvísi, soleiðis, at skúlagarður verður millum nýggja bygningin og ítróttarhøllina.
Nýggi skúlin fer væntandi at kosa umleið 60 milliónir krónur, og skúlin kann verða liðugur um fýra ella fimm ár.
Skúlin verður bygdur í tveimum stigum, so lærararnir og næmingarnir kunnu halda til í fyrsta byggistignum, meðan annað byggistig verður bygt.
Í løtuni ganga 262 næmingar í Miðvágs-Sandsvágs skúla, og tað verður undirvíst í ymsum støðu. Í Sandavági, í Miðvági og skúlanum á Giljanesi.