Tað var annars lagt upp til, at Neistin skuldi vinna tryggan sigur. Neistin hevur higar til í bara tapt fyri teimum báðum oddaliðunum, meðan VÍF hinvegin bert hevði vunnið tann eina dystin á heimavølli móti VB.
Men úrtøkan hjá VÍF varð tvífaldað í dag. Neistin royndi at leypa avstað frá byrjan, men tað eydnaðist teimum ikki at skræða seg leysar av mótstøðuni.
Undan steðginum kom VÍF upp á javnt, og størsta partin av seinna hálvleiki var munurin lítil og eingin.
Við seks minuttum eftir var Neistin á odda 24-23, men so setti VÍF sín spurt inn, og tað eydnaðist teimum at halda høvdið kalt, meðan Neistin í tveimum førum misnýtti møguleika til skjótálop.
Sigurin ber við sær, at VÍF nú hevur fýra stig, meðan VB á aftasta plássinum hevur tvey stig. Neistin er nummar trý við tólv stigum.
VÍF-Neistin 28-25 (11-11)