VÍF er Føroyameistari

VÍF vann Føroyameistaraheitið fyri dreingir 12B í gjár. Meistaraheitið varð staðfest við tveimum sigrum á Skála, áðrenn liðið fekk heiðursmerkini.

Bólkurin dreingir 12B eru dreingir, sum verða 12 í ár. VÍF hevur havt eitt sera gott kappingarár. Liðið hevur vunnið allar dystirnar uttan ein, tað var móti VB í Vági. Her vann VB við einum máli. VÍF fekk tó endurreisn fyri hetta tap í gjár, tá teir vunnu sannførandi 16-7 móti júst VB. Harumframt spældu Føroyameistararnir móti STÍF, og vunnu henda dyst við 14 málum móti 11.

Daniel Rapa er venjari hjá dreingjunum, og hevur verið venjari hjá teimum, síðan teir byrjaðu at spæla hondbólt. Í fjør varð hetta liðið greipuvinnari í sínum aldursbólki.

Í næstum fer steypakappingin í gongd, tá skulu teir spæla móti bæði B liðunum og A liðunum, í eru dreingir, ið eru eitt ár eldri.