Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at nógv fólk hevur verið í býnum í Havn í nátt. Ymisk tiltøk hava verið, eitt nú FMA og aftur í 90'ini.
- Vit uppliva ofta, at tá serliga ungfólk síggja løgregluna í býnum, og onkur er vorðin fullur og kanska óhjálpin eina løtu - ja, so verður løgreglan ofta biðin um at koyra viðkomandi til hús.
Hetta ger løgreglan eisini ofta, men vaktleiðarin helt í morgun fyri, at slíkt eigur ikki at vera útgangsstøðið.
- Eru fólk saman í veitslulag, og onkur kanska gerst ov mikið drukkin eina løtu, er tað ikki meira enn náttúrligt, at vinirnir í fyrsta lagi taka sær av vinum.
Soleiðis kemur tað meira enn so fyri, at løgreglan, sum kanska hevur fleiri ymiskar uppgávur, heitir á fólk, sum eru saman í býnum, um at ansa eftir hvørjum øðrum.
- Vit halda, at soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis eigur tað eisini at vera - eisini millum yngra ættarliðið, tá tey eru saman í býnum.
Vaktleiðarin segði, at tað kortini altíð er ein meting, sum løgreglan í slíkum føri ger sær, og vísir tað seg at vera neyðugt at taka sær av fólki - ja, so gera tey tað sjálvsagt eisini.
- Men, útgangsstøðið halda vit eigur at vera, at vinir í fyrsta lagi taka sær av vinum, um onkur kanska verður ov drukkin eina løtu.
Løgreglan sigur hinvegin, at er vandi á ferð hjá tí, sum er drukkin og er vorðin óhjálpin, so tekur løgreglan sær sjálvsagt av viðkomandi.
- Í øðrum førum halda vit tað vera náttúrligt, at fólk, sum eru saman í býnum, siga, at hesum taka vit okkum av. So kunnu vit heldur venda aftur, tá minni er at gera, segði vaktleiðarin í morgun.