USA og Russland útseta rakettætlanir

Forsetaskiftið í USA hevur fingið Russland at útseta ætlanina at seta rakettir upp í Kaliningrad Rakettirnar í Kaliningrad vóru upprunaliga eitt svar frá russum upp á amrikonsku ætlanina at seta verjurakettir upp í Póllandi, men nú er russiska ætlanin útsett, skrivar Interfax.

-Ætlanin er útsett, tí tann nýggja amerikanska leiðslan hevur ongan skund við at fremja rakettverjuskipanina í Eysturevropa, sigur ein vælvitandi kelda við russisku tíðindastovuna.

Sama kelda sigur, at tann nýggja stjórnin í Washington hevur útsett ætlaninar um rakettverjuskipanina í Póllandi og Kekkia.