Á Nato-toppfundi, sum er í Brüssel, eru USA og restin av Nato samd um, at tað er Russland, sum er hóttanin.
Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sum saman við fleiri øðrum er á Nato-toppfundinum.
Espen Barth Eide sigur eisini sambært norska kringvarpinum NRK, at Nato eigur at styrkja samstarvið við ES.