Viðurskiftini í Irak eru batnað so mikið nógv, at USA hevbur gjørt av at flyta 8.000 hermenn haðani til Afghanistan USA hevur í løtuni 146.000 hermenn í Irak og 33.000 í Afghanistan, men í dag fer George W. Bush, forseti, at boða frá, at hann hevur gjørt av at flyta 8.000 hermenn úr Irak til Afghanistan.
Tað hevur verið rættiliga ófriðarligt í Afghanistan í seinastuni, har Taleban hevur hert álopini á teir útlendsku hermenninar.
Sambært keldum í Washington er tað ikki óhugsandi, at uppaftur fleiri amerikanskir hermenn verða fluttir í næstum.