Uppreistrarmenninir fremja eisini ágang

Tað er ikki bara stjórnarherurin, sum fremur ágang í Sýrialandi. Tað gera uppreistrarmenninir eisini, hóast teirra framferð als ikki kann samanberast við ta sera harðrendu framferðina hjá herinum. Tað skrivar mannarættindafelagsskapurin Amnesty International.

Donatella Rovera, sum starvast hjá AI, hevur verið í Sýrialandi tær seinastu seks vikurnar, og hon sigur, at uppreistrarmenninir eru farnir at brúka eina meiri harðrenda framferð ímóti mótpartinum.

-Teir taka fangar, og vit hava prógv fyri, at nakrir av fangunum verða bukaðir og summir enntá dripnir, sigur Rover.