Ein sjónbandsupptøka, sum eftir øllum at døma vísir uppreistrarmenn avrætta særdar sýriskar stjórnarhermenn, er komin á internetið og hevur skakað altjóða samfelagið. Myndugleikar í fleiri londum og mannarættindafelagsskapir fordøma hvassliga framferðina hjá uppreistrarmonnunum.
-Tað er krígsbrotsverk at avrætta hermenn, sum eru tiknir til fanga, og vit fordøma hetta líka hvassliga, sum vit fordøma ágangin hjá stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta, sigur danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, í einari viðmerking.
Eingin av teimum sýrisku uppreistrarbólkunum hevur átikið sær ábyrgdina av hendingini, men ein bólkur, sum hevur tilknýti til al-Qaeda, er undir illgruna fyri at hava framt illgerðina.