Upplagt við sjóhita til siloina

Konseptið við sjóhita er upplagt til Saltsiloina, sigur Kári Mortensen, sum umsitur orkumál á Jarðfeingi. Á tíðindafundinum, sum Saltsilo grunnurin skipaði fyri í gjár kom fram, at ætlanin er at upphitingin av siloini skal koma frá sjóhita. Og tað heldur Kári Mortensen, sum umsitur orkumál á Jarðfeingi, verða eitt gott hugskot.

 

- Vit hava verið við í einari verkætlan við sjóhita, sum Articon hevur staðið fyri í teirra bygningi inni á Skála. Hendan verkætlanin byrjaði i 2009, men virkaði ikki, sum vit høvdu vónað beinanvegin, sgur Kári Mortensen.

 

Á heysti 2010 skiftu teir nakrar pumpur út og gjørdu nakrar aðrar justeringar.

 

- Nú hava teir koyrt við nýggju skipanini í einar 4-5 mánaðir, og nú virkar hon til fulnar. Hetta er sama teknologi sum við jarðhita og við hitapumpum, og tað sum er gott við sjóhita er, at hann er rímiliga støðugur, einar 10-11 gradir um summarið og 5-6 um veturin, sigur Kári Mortensen.

 

Hann sigur, at í bygninginum hjá Articon hava teir gólvhita um framt nakað av lufthita í høllini.

 

- Teir hava ikki so nógv brúk fyri heitum vatni, og teir hita ikki vatnið upp til meiri enn einar 40 gradir. Tað fer heldur ikki at verða brúk fyri so nógvum heitum vatni í Saltsiloini, so tað er ein upplagdur møguleiki at nýta sjóhita til verkætlanina, serliga tí siloin liggur so væl fyri nær við sjógv, sigur Kári Mortensen.

 

Hann undirstrikar tó, at Jarðfeingi ikki er við í Saltsilo verkætlanini, men bert hava virkað sum ráðgevarar.