Fiskivinna
Saman við Jógvani I. Olsen, Páll Gregersen og øðrum góðum monnum, var Olaf Olsen ein teirra, sum gekk á odda til stovnan av Fiskamarknaði Føroya, sum týsdagin hevði 10 ár á baki.
Tað vóru minni enn so øll sum trúðu, at hugskotið við eini ella fleiri uppboðssølum í Føroyum var nakað gott hugskot.
- Eg vil siga, at tað vóru fáir, sum høvdu mót um, at hetta fór at bera til, bæði
fíggjarliga og á annan hátt. Tað var eisini tungt tey fyrstu 3-4 árini, og rakstrarúrslitið javnvigaði á eini knívsegg, ásannar sigur Olaf Olsen, nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya, sum saman við fýra øðrum privatpersónum eisini setti nakrar krónur í felagið.
Í dag, 10 ár seinni, gongur hampiliga væl hjá Fiskamarknaðinum.
Olaf sigur, at nú er fastari undir fótum, men í slíkum arbeiði verður ongantíð komið á mál.
- Ein hugburðsbroyting er komin so við og við, og eg vóni, at Fiskamarknaður Føroya er komin fyri at vera, sigur hann.
Onkuntíð verður tosað um fleiri uppboðssølur, t.d. eina í Klaksvík, eina í Vági og eina í Sørvági, men tað rætta er, at vit hava bara eina uppboðssølu í Føroyum, og hon er á Toftum. Hitt eru landingarmiðstøðir, sum virka í tøttum samstarvi við skrivstovuna á Toftum.
Veldugan týdning
Olaf Olsen sigur, at Fiskamarknaður Føroya hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska fiskivinnu.
- Uppboðssølan hevur fullkomiliga broytt mynstrið í samband við sølu og keyp av
fiski, og einki ivamál er um, hvønn týdning hetta hevur havt. Við uppboðssøluni kundu skip og bátar selja fiskin í smáum ? og ikki sum fyrr, har virkini eisini noyddust at keypa tey fiskasløg, sum tey ikki vildu hava og sum meira vóru til fortreð enn nakað annað.
Olaf vísir á, at tá ið uppboðssølan kom, kundu skipini selja t.d. havtasku og hvíting
til teirra, sum vildu hava hesi fiskasløg og kundu geva meira fyri tey.
- Soleiðis øktist prísurin á ymiskum fiskasløgum, sum lítið fekst av, 2-5 ferðir og
havtaskan, sum virkir áður lótu 3, 4 ella 5 krónur fyri, verður nú seld fyri 20-30 krónur fyri kg. Nýggja skipanin gjørdi, at virkir kundu leggja seg eftir ávísum fiskasløgum og keypa hesi burtur úr eini stórari last av fiski.
Marknaðarprísurin
sligið ígjøgnum
Olaf sigur, at uppboðssølan hevur havt við sær, at marknaðarprísurin hevur sligið
ígjøgnum til skipini, og hetta er í sjálvum sær ein stór broyting.
- Uppboðssølan hevur eisini viðvirkað til, at dygdin á fiskinum er vorðin betur, og
hugburðurin í hesum sambandi er broyttur, sigur nevndarformaðurin í Fiskamarknaði Føroya, Olaf Olsen.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sett krav fram um, at landingarmiðstøðir skulu hava móttøkuhøli við køling, men enn er langt á mál.
Á Fiskamarknaði Føroya arbeiða tey við at fáa hesi viðuskifti uppá pláss.