KÍ heldur fast í oddasessinum í ovara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum.
KÍ vann á vøllinum við Djúpumýrar 4-0 á HB. Í steðginum var støðan javnleikur 0-0. KÍ hevði munandi fleiri royndir á málið enn HB. Royndir innanfyri málrammurnar hagtølini søgdu sambært dystir.fo 6-1 til KÍ.
Við Løkin í Runavík vann NSÍ eisini 4-0 á Víkingi. Har var NSÍ tó á odda 1-0 í steðginum. Her søgdu hagtølini hjá dystir.fo: 5-0 til NSÍ, tá talan er um royndir innanfyri málrammurnar.
KÍ er fremst við 51 stigum, og NSÍ er næstfremst við 48 stigum. Liðin spæla toppdyst í Runavík komandi sunnudag. Vinnur KÍ tann dystin er alt mest sum avgjørt. Vinnur NSÍ er alt opið aftur.
HB hevur 34 stig á triðja plássinum, og Víkingur hevur 28 stig á fjórða plássinum.
KÍ-HB 4-0 (0-0)
1-0 Malena Olsen (46.)
2-0 Maria V. Johansen (55.)
3-0 Tórun Joensen (71.)
4-0 Sólja Ernstsdóttir (87.)
NSÍ-Víkingur 4-0 (1-0)
1-0 Heidi Sevdal (34.)
2-0 Sólja V. Johansen (53.)
3-0 Heidi Sevdal (66.)
4-0 Sigrid Jacobsen (77.)
Kelda: dystir.fo