Undarlig byrjan

Liðformaðurin hjá FC Suðuroy hevði ikki ímyndað sær, at hansara lið skuldi fáa tvey stig burtur úr teimum báðum fyrstu dystunum á henda hátt

Fótbóltur: Palli Augustinussen er ikki bangin fyri at viðganga, at hann ikki hevði sæð sítt lið leggja soleiðis fyri í bestu føroysku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
– Móti HB roknaðu vit ikki við einum sigri, men føldu kortini, at vit mistu hann í evstu løtu og vóru vónbrotnir. Á heimavølli fara vit sum oftast eftir øllum, men tá vit skoraðu so seint ímóti NSÍ, kendu vit okkum hepnar, flennir liðformaðurin.
Hóast merkisverdu byrjanina, so eru teir kortini væl nøgdir í Suðuroynni. Ikki minst, tí at stigini eru fingin til hølvdar, hóast liðið ikki hevur allar mans tøkar.
– Vit mangla framvegis tveir útlendingar, sum vónandi koma at styrkja liðið uppaftur meira, sigur Palli Augustinussen.