Umstøðurnar á Roskilde Festivalinum batna munandi

Dyrskuepladsen fær verulig wc, rennandi vatn og streym.

Tey flestu hava hoyrt um wc umstøðurnar á Roskilde Festivalinum, og teir smáu bláu skúrarnar, ið eru alt annað enn innbjóðandi ein heitan summardag í 35 hitastigum. Og festivalgestir hava roynt hesar umstøður.

 

 

Men nú ger Roskilde Festivalurin søguliga broyting, so umstøðurnar batna.

 

 

Eini 25 smáøki verða gjørd við campingøkið, har vatn og streymur verður lagt til. Nýggju wc’ini minna um tey, sum gestirnir kenna frá tónleikaøkinum.

 

 

Eisini verða fleiri standikummur til mannfólk. Ljósmastrar verða settar upp, so lættari verður hjá gestum at koma til og frá.

 

 

Á myndini síggjast wc umstøðurnar á Roskilde Festivalinum, soleiðis sum mangur festivalgestur óivað minnist tær. Men hetta verður nú søga, tá Roskilde Festivalur nummar 47 í summar verður settur í gongd 30. juni. Festivalurin endar 7. juni 2018.